
Tað kemur næstan dagliga fyri, at løgreglan fær uppringingar frá borgarum, sum gremja seg um, at seyður gongur millum húsanna.
Í gjár vóru tað borgarar í Trongisvági, sum ringdu, og sambært vaktleiðaranum á løgreglustøðini er trupulleikin serliga stórur í Trongisvági, har fólk javnan ringja og boða frá leysum seyði. Soleiðis var eisini í gjár, og enn einaferð vórðu boðini send víðari til lokala aktingarmannin.
Eisini aktingarmaðurin í Havn fekk eina uppringing í gjár – her var tað ein veðrur, sum gekk leysur í býnum.
Og í Klaksvík varð aktingarmaðurin sendur eftir einum harraleysum hundi. Funnið varð fram til hundaeigaran, sum mátti rinda ansingargjald áðrenn hann fekk hundin aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald