
Faer Isles Distillery PF bjóðar nú almenninginum at tekna partabrøv í felagnum í størstu hópfígging í Føroya søgu.
Felagið hevur síðani 2018 arbeitt við at fyrireika vinnuliga framleiðslu av whisky og ginni í Føroyum. Royndarframleiðslan er farin fram á granskingarstovuni iNova, og keypsavtala er gjørd um 24.000 m2 av jørð norðanfyri Kvívík, har komandi distillaríið og goymsluhølini skulu byggjast.
Í næstum verður framleiðsluútgerðin sett upp í leigaðum fyribils høli í Vestmanna. Ginnið frá Faer Isles kemur væntandi á marknaðin í summar, meðan whisky skal búnast í 3 ár, áðrenn tað kemur á marknaðin.
Fyri at fáa kapitalinnskot til at gera neyðugu íløgurnar, bjóðar felagið nú íleggjarum at gerast partur av felagnum. Útboðið verður skipað sum hópfígging og byrjar mánamorgunin 15. mars.
Hetta er størsta hópfígging í Føroya søgu. Í sambandi við útboðið er gjørd ein íleggjaraframløga, ið lýsir verkætlanina neyvt. Hon kann takast niður av heimasíðuni.
Faer Isles Distillery bjóðaði í heyst fólki at gerast stovnandi limir. Hetta eydnaðist sera væl, og 1100 stovnarar úr 22 londum keyptu limaskap. Hesir stovnandi limir fingu sum tey fyrstu fyri góðari viku síðani høvi at tekna partabrøv, og longu nú hava knapt 300 limir teknað partabrøv í felagnum. Felagið nærkast tí longu minstamarkinum á 3. mió, sum er ásett.
Til ber longu nú at fyribils skráseta seg á heimasíðuni, og hetta hava fleiri enn 500 fólk longu gjørt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald