
Í hesum døgum hevur Tórshavnar kommuna samráðingar við Articon um, nær avhendanin av nýggja innkomuvegnum skal vera. Og tað verður eftir ætlan um mánaðarskiftið juni/juli.
Tað sigur Fríður P. Dalsgarð, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. Vit vóru í gjár ein biltúr saman við honum eftir nýggja innkomuvegnum, sum byrjar at líkjast.
Eftir upprunaætlanini skuldi vegurin og tunnilin standa liðugur síðst í november í fjør, men síðan eru verkætlanir komnar afturat umframt at arbeiðið í tunlinum hevur havt ymiskar avbjóðingar við sær.
Kostnaðurin liggur um 500 milliónir krónur. Væntandi fara einir 6.000-7.000 bilar at koyra eftir vegnum dagliga.
Hoyr Fríð P. Dalsgarð greiða frá omanfyri. Petur Zachariassen gjørdi samrøðuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald