Innanlands

Gloym meg ei Stuðulskonsertin verður í Saltangará seinnapartin

Bárður á Lakjuni, Simona Paulu á Fríðriksmørk og Elinborg Pálsdóttir framføra, og tosað verður um at missa. Allur peningur, ið kemur inn í Gulu Smiðju frá klokkan 15, fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða. 

Simona Paula á Fríðriksmørk

Simona Paula á Fríðriksmørk

2025-05-04 08:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, sunnudagin 4. mai klokkan 15 verður ein stuðulskonsert í Gulu Smiðju í
Saltangará.

Konsertin hevur navnið "Gloym Meg Ei", og hon er til frama fyri Felagnum Pinkubarndeyða og Beranum, ið er fyri tey, sum hava mist í serstakum støðum.
 
Fyriskiparnir boða frá, at allur innkomin stuðul fer óskerdur til arbeiðið hjá Beranum/Felagnum Pinkubarnadeyða. 

Tónleikur verður frá Bárði á Lakjuni, Simonu Paulu á Fríðriksmørk og Elinborg Pálsdóttir.

Carla Josenius Mikkelsen sigur frá síni søgu um at missa pinkubarn, og Oddvør Poulsen, leiðari fyri Beran, greiðir frá virksemi felagsins.
 
Møguleiki er eisini at keypa ymiskt at drekka, okkurt til matna og okkurt til minnis.

[object Object]


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder