
- Tað vóru nógv fólk í býnum í millum annað Klaksvík og í Havn í nátt, men ongar veruligar stórar politiuppgávur vóru.
Soleiðis greiðir vakthavandi á løgreglustøðini í Havn frá fyrrapartin. Tað var líka onkur, sum lá avdottin og mátti hava hjálp í høvuðsstaðnum, men tað endaðu vinfólk við at taka sær av.
Á Bátafestivalinum á Toftum vóru eisni nógv fólk. Har vóru tað onkrir unglingar, sum høvdu gjørt okkurt slag av ónaðum - tað er ikki skilmakrað í rapportini hvat slag av "ónáðum". Ein patrulja kom á staðið og fekk tosað við nakrar 16-17 ára gamlar, og so var tað dempað.
Meldaði seg sjálvan fyri rúsdrekkakoyring
Ein heldur marháttilig hending var í Norðurøkinum. Ein bilførari ringdi inn, eftir at viðkomandi var farin av vegnum við Kambsdal. Viðkomandi boðaði frá, at hann var ávirkaður av rúsdrekka.
Viðkomandi varð handtikin, og blóðroynd er tikin. Tíbetur var ikki talan um fólkaskaða í støðuni.
Skamt harfrá ringdu fólk inn, tí so nógvir larmur kom úr einum húsi. Hetta var í Fuglafirði. Talan var ikki beinleiðis um húsaófrið, men eina ósemju í einum parlagi, sum var til ampa fyri grannalagið. Fólkini vórðu biðin um at dempa seg.
Vaktleiðarin sigur til seinast, at ferðmátingar vórðu gjørdar Millum Fjarða. Eingin varð tikin fyri ferð, men ein bilførari tikin fyri at koyra við ov stórum viðheftisvogni og fær bót fyri hetta.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald