2025-05-03 09:26

Løgreglan hevði í gjár eitt málrættað átak móti prutlum í Sandoynni, og tað endaði við, at ein 14 ára gamal drongur var tikin.
Hann koyrdi á prutli 55 km/t og tað uttan hjálm og prutlið hevði eisini manglar.
Nummarplátan varð tikin av og strikað tí prutlið var bygnaðarbroytt.
Foreldrini at 14 ára gamla dreingjunum vóru kunnað, og skrásetti eigarin av prutlinum fær bót fyri at lata føringina til dreingin.
Sambært ferðslulógini kann koyrikort til lítið prutl vera latið persóni, ið hevur fylt 15 ár.
Løgreglan tók eisini ein bilførara í gjárkvøldið við Norðrasta Horn fyri at brúka handhildna fartelefon undir akstri. Tað fær hann bót og klipp fyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald