Innanlands

Seks starvsdagar í Vestmanna

Fríggjadagin varð hátíðarhildið, at seks reingerðarfólk høvdu starvast millum 15 og 35 ár hjá Vestmanna kommunu

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-03-31 19:01 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vórðu starvsdagar hildnir fyri seks reingerðarfólkum í Vestmanna kommunu.

Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 35, 30, 20 og 15 ár.

Løtan var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólk og familjulimir vóru møttir.

Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri í Vestmanna kommunu, helt røðu og takkaði fyri trúfesti og arbeiðssemi, Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini handaði gávur og síðan sang Magni Christiansen nakrar sangir.

Starvsdagarnir vóru hesir:

  • 35 ára starvsaldur – Hervør Dahlbergsdóttir
  • 35 ára starvsaldur – Katrina Müller
  • 30 ára starvsaldur – Sigrid Petersen
  • 20 ára starvsaldur – Elin Jensdóttir
  • 20 ára starvsaldur – Sarita Funn
  • 15 ára starvsaldur – Joan Jacobsen


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder