Innanlands

Sjúrður og ikki Anna á vitjan á Marienborg í dag

Fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum hevur ein online-fund við Mette Frederiksen nú á middegi (tekstur rættaður)

Sjúrður Skaale í samrøðu við TV2/Danmark framman fyri Marienborg (Skíggjamynd)

Sjúrður Skaale í samrøðu við TV2/Danmark framman fyri Marienborg (Skíggjamynd)

2026-03-31 11:39 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tríggir av fýra sokallaðum norðuratlantiskum limum í fólkatinginum hava í dag verið ella skulu á vitjan hjá Mette Frederiksen í statsministaraborgini Marienborg norðan fyri Keypmannahavn.

Sjúrður Skaale hevur fyri donskum fjølmiðlum í dag boðað frá, at hann stuðlar Mette Frederiksen sum statsministari.

Hin føroyski fólkatingslimurin, Anna Falkenberg, er ikki í Danmark í dag. Hon er heima í Føroyum sum aktivur partur av samgongusamráðingunum hjá Sambandsflokkinum við Fólkaflokkin og Javnaðarflokkin.

Tey bæði nývaldu grønlendsku fólkatingsumboðini, Naaja Nathanielsen úr IA og Quarsoq Høeg-Dam úr Naleraq, skuldi bæði á fund við Mette Frederiksen í dag, tí tey kunnu væntast at stuðla eini komandi danskari stjórn undir reyðari leiðslu.

(Rætting: Vit skrivaðu upprunaliga, at Anna Falkenberg ikki fór at tosa við Mette Frederiksen í dag. Tað er ikki rætt. Hon skuldi hava ein 'online-fund' við Mette Frederiksen nú á middegi)



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder