Innanlands

- Vónandi koma vit í samgongu so báðir eru inni

Tað sigur Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, um at Eirikur í Jákupsstovu kom á ting eftir fínteljing og Jóhan Christiansen reyk út í kuldan

Sirið Stenberg her saman við teimum báðum Jóhan Christiansen og Eiriki í Jákupsstovu (Mynd: Tjóðveldi)

Sirið Stenberg her saman við teimum báðum Jóhan Christiansen og Eiriki í Jákupsstovu (Mynd: Tjóðveldi)

2026-03-31 09:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, harmast um, at Jóhan Christiansen brádliga misti tingsessin eftir fínteljingina í gjár av løgtingsvalinum, sum var hósdagin í síðstu viku.

- Hjartaliga tillukku Eirikur og Jóhan hatta er altso barasta so keðiligt. At ganga fleiri dagar og halda man er valdur, og so broytist alt bara.

- Fínteljingin hjá okkum bleiv ein sannur gysari. Tað vísti seg, at Eirikur Í Jákupsstovu fekk fleiri atkvøður enn Jóhan Christiansen, sum annars var inni. So nú er býtt um og Eirikur er inni og Jóhan nummar 7 á listanum, skrivar Sirið Stenberg á Facebook.

Hon vónar nu, at Tjóðveldi kann koma í samgongu og harvið fáa landsstýrissess. Á tann hátt kann Jóhan Christiansen koma á ting sum varamaður.

- Vónandi koma vit í samgongu so báðir eru inni, sigur forkvinnan.

At koma í samgongu sær kortini eitt sindur svart út í løtuni. Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin fóru í gjár undir samgongusamráðingar, og tey lata stak væl at higartil.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder