Eftir drúgva tænastu sum floksformaður fyri Miðflokkin fer Jenis av Rana skjótt úr hesum sessinum.
Hóskvøldið yvirhálaði Steffan Klein Poulsen floksformann sín í stórum stíli, tá tað kemur til atkvøðutal.
Teir báðir komu inn sum løgtingsumboð fyri Miðflokkin. 29-ára gamli hvannasundsmaðurin fekk 701 atkvøður á løgtingsvalinum, meðan Jenis av Rana fekk 363 atkvøður - helmingin av tí sum royndi poltikkarin fekk í 2022.
Hetta kann síggjast sum eitt slag av signali, men sambært Jenisi av Rana er tað ikki orsakað av hesum, at eitt formansskifti fer fram skjótt.
Hetta sigur formaðurin í Miðflokkinum við Kringvarpið í kvøld. Har váttar Jenis av Rana, at hann skjótt fer at lata sessin til Steffan Klein Poulsen.
- Hetta hevur verið á veg eina tíð, og tíðin er tann rætta nú, sigur Jenis av Rana.
- Nú verður stafettin latin víðari, men eg fari at halda fast í somu virðum, sigur Steffan Klein Poulsen við útvarpstíðindini hjá Kringvarpinum.
Júst nær skifti fer fram, er ikki greitt. Tað varð nevnt "í næstum", tá Jenis av Rana fyri fyrstu ferð síðani formansumfarið valkvøldið úttalaði seg.
![]()
Jenis av Rana valkvøldið í síðstu viku. Formaðurin hevði eitt frálíkt val í 2022 men hesaferð gekst ikki so væl. Hann heldur fram í politikki nøkur ár afturat, men skifti verður í formanssessinum hjá Miðflokkinum (Mynd: Jens Kr. Vang)
Jenis av Rana er 73-ára gamal og hevur verið formaður hjá Miðflokkinum størsta partin av tíðarskeiðnum síðani 1994, tá Jenis og flokkurin komu á ting.
Fyrrverandi landsstýrismaðurin er ein av teimum drúgvu í føroyskum politikki og er nú valdur inn tíggju ferðir á rað.
Seinastu árini hevur Steffan Klein Poulsen, sum fyrstu ferð kom á ting í 2019, gjørt meira og meira vart við seg á politiska pallinum.
![]()
Komandi formaðurin í Miðflokkinum (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald