Tá finaluvikan byrjar í Paradise Hotel týsdagin, er tað við tveimum føroyingum sum hotellgestum.
Karl Weihe úr Sandavági hevur verið við næstan frá byrjan og fyri nøkrum vikum síðan kom Teresa Ovenberg úr Havn inn.
Tað hevur staðið á hjá báðum nakrar ferðir, og Teresa Ovenberg hevur eisini bjargað Karli Weihe frá at vera tveittur út einaferð. Tey standa kortini ikki saman nú farið verður undir finaluvikuna og satt at siga spæla tey ímóti hvørjum øðrum.
(Mynd: Viaplay)
Hesa vikuna hevur aftur nógvur dramatikkur verið og Teresa Ovenberg var við til at gera, at partnarin hjá Karli gjøgnum alt spælið, Nikoline Kjær, reyk út. Nikoline Kjær tók ein av størstu kappingarneytunum hjá Karli, Simon Rihan, við sær í fallinum.
Karl Weihe misti sín partnara beint undan finaluvikuni (Mynd: Viaplay)
Nú eru bara trý pør eftir á hotellinum og tað næsta verður at dómsnevndarlimir tjekka inn á hotellið. Har verður ein sonevnd álopsceremoni, har dómsnevndarlimirnir kunnu "grilla" luttakararnar sum eru eftir. Í dómsnevndini eru luttakarar sum eru riknir út gjøgnum spælið.
Tað margháttliga við, at Nikoline Kjær og Simon Rihan ruku út var, at nú standa Karl Weihe og Anna Seneca sum par. Tey hava gjøgnum alt spælið verið fíggindar og hava spilt hvønn annan út.
Teresa Ovenberg stendur saman við Victor Færch.
Fýra partar koma út hesa næstu vikuna. Tann fyrsti kemur týsdagin og fríggjadagin verður finalan tøk. Paradise Hotel sæst á Viaplay.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald