Mentan

Myndir: Stórur áhugi fyri føroyskari grafikkframsýning í Stockholm

Leygardagin lata stóra føroyska listaframsýningin upp í hølunum hjá Grafiska Sällskapet í Stockholm

2025-11-24 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin 22. november lat upp stór og fjølbroytt føroysk listaframsýning í hølunum hjá Grafiska Sällskapet í Stockholm.

Tað eru ellivu limir í felagnum ListGraFo ið sýna fram.

Talan er um Gunnleyg Durhuus, Edith Mørkøre, Rakel Helmsdal, Rikke Bak, Rannvá Holm Mortensen, Maria Luihn, Birgit Kirke, Astri Luihn, Jóna Rasmussen, Michael Kjøller Jacobæus og Annika Arge Gregoriussen.

Listafólkini Gunnleyg Durhuus, Astri Luihn, Maria Luihn og Birgit Kirke vóru til staðar undir ferniseringini, sum varð vitjað av nógvum gestum frá Listafelag Føroya, føroyingum búsitandi í Svøríki og nógvum øðrum, skriva listafólkini í tíðindaskrivi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder