Nær verður arbeiðsvikan stytt? Tað vilja fakfeløg í Fakfelagssamstarvinum fegin hava samgonguna at svara.
29. oktober sendi Fakfelagssamstarvið út almennan fyrispurning til floksforfólkini í samgonguni – nær verður arbeiðsvikan stytt? Men enn hevur Fakfelagssamstarvið einki svar fingið, og tí verður spurt einaferð afturat, skrivar Fakfelagssamstarvið.
– Løgtingsval verður innanfyri eitt ár, og ætlar samgongan at stytta arbeiðsvikuna má berast skjótt at, sigur Fakfelagssamstarvið m.a. í skrivi, sum er sent miðlunum.
Fakfelagssamstarvið umboðar Starvsfelagið, Føroya Lærarafelag Føroya Pedagogfelag, Akademikarafelag Føroya, Havnar Arbeiðskvinnufelag, Heilsuhjálparafelag Føroya, og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Í skrivi 29. oktober vísti Fakfelagssamstarvið á, at styttri arbeiðsvikan var partur av samgonguskjalinum, og hevði hon lætt munandi um hjá øllum løntakararunum, serstakliga hjá barnafamiljum.
– Vit vóna, at tey trý forfólkini í samgonguflokkunum virða limir okkara og svara spurninginum. Tí vænta vit skjótt at fáa svar frá Aksel V. Johannesen, Sirið Stenberg og Ruth Vang.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald