Innanlands

Jógvan R. Frýdal 40 ára starvsdag

21. november kundi Umhvørvisstovan hátíðarhalda stóran starvsdag

(Mynd: Umhvørvisstovan)

(Mynd: Umhvørvisstovan)

2025-11-24 17:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

21. november kundi Umhvørvisstovan hátíðarhalda stóran starvsdag hjá Jógvani R. Frýdal, sum hevur arbeitt hjá Umhvørvisstovuni í 40 ár.

Umhvørvisstovan skrivar soleiðis í tíðindaskrivi:

Jógvan hevur verið ein týðandi partur av arbeiðinum við útskifting og matrikulering, og hansara drúgvu royndir og dygdir hava sett sín dám á virksemið á økinum.

Útskiftingar – serliga innangarðs – eru fakliga tungar og orkukrevjandi verkætlanir, tí nógv arbeiði skal gerast, áðrenn útskiftingin kann fremjast.

Jógvan hevur verið ein drívmegi í hesum arbeiði, og hevur hann, saman við øðrum, framt útskiftingar kring alt Føroyar, seinast í Haraldssundi.

Jógvan er ein skilamaður, ið arbeiðir sjálvstøðugt og við stórum nærlagni. Hann fylgir væl við, hevur gott yvirlit og er altíð góður í ráðum. Hansara áhugi og royndir við bóndaskapi er eisini komið arbeiðinum við útskiftingum væl við.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder