Uttanlands

Snapchat: Ung í Avstralia skulu nú vátta teirra aldur

10. desember kemur ein lóg í gildi, sum bannar ungum undir 16 ár at brúka sosialar miðlar í Avstralia

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2025-11-24 13:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sosiali miðilin Snapchar er byrjaður at biðja avstralskar brúkarar um at vátta teirra aldur, upplýsir talsfólk hjá felagnum handan Snapchat.

– Heitt verður á nógvar brúkarar um at vátta teirra aldur, so tey framhaldandi kunnu fáa atgongd til Snapchat, verður sagt sambært Ritzau.

Hetta tiltakið er sett í verk, nú ein avstralsk lóg, sum bannar nýtslu av sosialum miðlum fyri børn undir 16 ár, kemur í gildi 10. desember.

Brúkarar kunnu vátta teirra samleika við avstralskari bankakontu, alment útflýggjaðum samleikaprógvi ella við at taka mynd av andliti teirra.

Frá 10. desember verða Snapchat-kontur hjá brúkarum undir 16 ár læstir.

Tað var í fjør, at avstralska tjóðartingið samtykti lógina, sum á pappírinum er tann strangasta av sínum slagi í heiminum.

Feløg, sum ikki gera eftir nýggju reglunum, kunnu fáa bót á upp til 50 milliónir avstralskar dollarar, sum svarar til 210 milliónir krónur.

Snapchat hevur boðað frá, at felagið ikki tekur undir við forboðnum, men miðilin fer at fylgja lógini kortini.

At kvetta sambandið millum tannáringar og vinfólk og familju teirra ger tey ikki meira trygg, heldur kunnu teir enda við at brúka minni tryggar og minni privatar boðtænastur, sigur Snapchat.

Tøknurisin Meta hevur fyrr í hesum mánaðinum boðað frá, at kontur hjá brúkarum undir 16 ár verða strikaðir av teirra sosialu miðlum, Facebook, Instagram og Threads frá 4. desember.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder