Innanlands

Eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu byrjað

Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember klokkan 16 – 14 valevni stilla upp

Til ber at atkvøða talgilt við Samleikanum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

Til ber at atkvøða talgilt við Samleikanum (Mynd: Tórshavnar kommuna)

2025-11-24 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Atkvøðugreiðslan til eldraráðsvalið í Tórshavnar kommunu er byrjað, og hesa ferð ber til at atkvøða talgilt.

14 valevni stilla upp. Tey eru:

  • Annemi L. Joensen
  • Bergljót av Skarði
  • Bjørn Elison
  • Bozena Rasmussen
  • Did Nicolajsen
  • Ejler Johannesen
  • Fríðálvur A. Jensen
  • Ingrid S. Henriksen
  • Jens Petur Jensen
  • Jóhan Carl Dam
  • Leivur Hansen
  • Lissi Hansen
  • Marin Rasmussen
  • Marjun Poulsen


Tey, sum hava valrætt á eldraráðsvalinum eru borgarar, sum eru í minst alagi 60 ár og búsitandi í Tórshavnar kommunu.

Atkvøðugreiðslan er opin til mánadagin 15. desember klokkan 16. Úrslitið verður væntandi greitt umleið klokkan 21 sama kvøldið, skrivar Tórshavnar kommuna.

Í morgin, týsdagin 25. november klokkan 14 verður skipað fyri valfundi í Tilhaldinum í Tórsgøtu.

Meira kunning um eldraráðsvalið sæst her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder