Innanlands

Myndir: Soleiðis sær koronadeildin á Landssjúkrahúsinum út

Á koronadeildini er pláss fyri fýra sjúklingum

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

(Mynd: Landssjúkrahúsið)

2020-09-23 18:17 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Mánakvøldið vórðu hølir og starvsfólk klár at taka ímóti fyrstu sjúklingunum í nýggju lonunum millum G-bygningin og barakkina á Landssjúkrahúsinum.

Nógv verður gjørt burtur úr trygd og nýtslu av eitt nú verndarútgerð og tað hevur riggað stak væl, skrivar Landssjúkrahúsið á heimasíðuni.

Koronadeildin er ætlað sjúklingum við covid-19 og øðrum sjúklingum, har illgruni er um koronu. Í løtuni eru pláss fyri fýra sjúklingum, men um stutta tíð verða upp í átta pláss á koronadeildini.

Sí myndirnar:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder