Uttanlands

Kenslurnar fingu frítt at fara

Ungi hermaðurin Edan Alexander sá familju sína aftur eftir at hava sitið gísli hjá Hamas í 19 mánaðir

Edan Alexander saman við foreldrum sínum (Mynd: BBC)

Edan Alexander saman við foreldrum sínum (Mynd: BBC)

2025-05-13 08:00 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Kenslurnar fingu frítt at fara, tá ungi ísraelsk-amerikanski hermaðurin, Edan Aldexander, í gjár endiliga slapp at heilsa upp á familju sína aftur, eftir at hava sitið í fangaskapi hjá Hamas-felagsskapinum sum gísli í 19 mánaðir.

Í einum filmsbroti síggja vit mammu Edan, Yael Alexander, renna honum á møti, meðan hon grætur og rópar av gleði, fevnir son sín og á hebraiskum rópar: “Eg elski teg. Sum vit hava verið bangin um teg”.

Sí filmsbrotið á BBC

Síðan fevnir ungi maðurin pápa sín og beiggja sín.

- Tú ert vaksin. Hvat sker? Hvør er hetta? sigur Edan Alexander, tá hann sær lítlabeiggja sín.

Edan Alexander var bert 19 ára gamal, tá hann varð tikin sum gísli úr eini hernaðarlegu í sunnara parti av Ísrael, tá Hamas leyp á 7. oktober 2023.

Í gjár støðgaði Ísrael sínum álopum á Gaza í nakrar tímar fyri at gera leyslatingina møguliga.

Sambært Hamas hendi leyslatingin fyri at vísa góðan vilja, sum ein partur av samráðingunum um eina nýggja vápnahvíld, nú amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ætlanir um at vitja í Miðeystri hesa vikuna.

Edan Alexander er føddur í Tel Aviv, men uppvaksin í New Jersey. Hann verður mettur at vera seinasti gíslin hjá Hamas, sum hevur amerikanskan ríkisborgaraskap.

Hann er eisisni tann fyrsti gíslin, ið verður leyslatin síðan Ísrael 18 mars fór undir álop móti Gaza eftir vápnahvíld í tveir mánaðir.

Hamas-stríðsmenn við fjaldum handaðu í gjár unga gíslan til Reyða Kross í býnum Khan Younis, har suðuri í Gaza. Haðani varð hann latin ísraelsku myndugleikunum, sum seinni skipaðu fyri, at hann kundi síggja familju sína aftur.

Av 251 fólkum, sum vórðu burturflutt undir Hamas-álopinum 7. oktober 2023, eru 58 enn eftir í Gaza. 24 teirra verða hildin framvegis at kunna vera á lívi, skrivar BBC. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder