
Um vikuskiftið segði russiski forsetin, Vladimir Putin, at Ukraina og Russland eiga at fara undir beinleiðis samráðingar í turkiska býnum Istanbul hósdagin, og ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj sigur, at hann ætlar sær persónliga at bíða eftir Putin í Istanbul. Tað er tó ógreitt, um Putin sjálvur fer at møta upp.
Russiska stjórnin upplýsir, sambært DR, at Russland fyrireikar seg til samráðingar í Turkalandi. Hvør fer at umboða Russland verður kunngjørt, tá russiski forsetin er til reiðar at kunngera tað, verður sagt.
Les eisini: Zelenskyj til reiðar at hitta Putin
Ein ráðgevi hjá ukrainska forsetanum sigur, sambært ukrainska miðlinum Kyiv Independent, at Zelenskyj ætlar sær at fara til Istanbul, og har ynskir hann ikki at fundast við nakran annan enn Putin. At samráðast við onnur umboð fyri Russland nyttar einki, sigur hann.
Amerikanski forsetin, Donald Trump sigur seg vera bjartskygdan um ein møguligan fund millum Putin og Zelenskyj.
– Fundurin hósdagin millum Russland og Ukraina er sera umráðandi (...) Eg haldi, at góð úrslit kunnu koma burturúr.
Ukrainski forsetin sigur, at hann fegin vil hava Trump við á fundin í Istanbul.
Ukraina og Russland hava ikki havt beinleiðis samráðingar, síðan seinastu samráðingarnar miseydnaðust í 2022. Tað var eisini í Istanbul.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald