Innanlands

Pengarnir liggja rættiliga trygt í Føroyum

Betri Banki best fyri í váðametingini av øllum peningastovnunum í ríkinum. Suðuroyar Sparikassi hevur avbjóðingar

2025-05-12 16:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski Betri Banki er tann bankin í danska ríkinum, har pengarnir liggja tryggast. Tað vísir ein meting, sum danska felagið Bank Research A/S á hvørjum ári ger av donsku peningastovnunum.

Í frágreiðingini ger felagið eisini eina váðameting av hvørjum einstakum av teimum 47 peningastovnunum í ríkinum.

Fyri einum ári, lá Betri Banki á einum sætta pláss mett út frá 2023 roknskapinum. Men nú roknskapirnir fyri 2024 eru gjøgnumgingnir, gongur Betri Banki fram frá einum indexi upp á 302,5 til 287,5 sum er tað besta á listanum.

Harvið kann sigast, at Betri Banki er tann peningastovnurin í ríkinum, har pengarnir liggja tryggast. Helst skal hetta talið síggjast út frá sera varna fíggjar- og lánspolitikkinum, sum bankin hevur ført hesi seinastu árini.

Yvirhøvur liggja pengarnir trygd í Føroyum, tí Føroya Banki og Norðoya Sparikassi liggja flott á einum 18. og einum 20. plássi á listanum – index 360,0 og 365,0.

Hinvegin liggur Suðuroyar Sparikassi í tungum sjógvi á aftasta pláss. Henda støða er ikki nýggj hjá lítla sparikassanum við høvuðssæti í Vági, tí fyri einum ári síðani lá hann eisini niðjast á hesum listanum. Men metingin er gingin fram úr 550,0 til 540,0

Grønlandsbanken liggur á einum 14. plássi  við einum váðaindexi á 347,5.

Hyggja vit eftir teimum stóru donsku peningastovnunum, so liggja Danske Bank og Jyske Bank á 36. og 37. plássi við indextalinum 420,0, Nykredit Bank er nummar 42 við 442,5 og Sydbank nr. 28 við 392,5. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder