Størsta valstaðið í Norðoyggjum er aftur í KÍ-høllini, eftir at tað tvey tey seinastu løgtingsvalini hevur verið á Skúlatrøð.
Valluttøkan hevur higartil verið høg, sambært Karl Johansen, sum er valformaður. Klokkan 11 høvdu 255 greitt sína atkvøðu í mun til 165 somu tíð í 2015. Nú á middegi var talið av veljarum í Klaksvík næstan komið uppá 500 - 481 høvdu sett sín kross ímóti 360 á løgtingsvalinum fyri fýra árum síðani
Valformaðurin upplýsir, at 3755 fólk hava valrætt í Klaksvík hesaferð. Í 2015 høvdu 3608. Valluttøkan seinast vat 89,4, og Karl Johansen væntar, at hon verður áleið tann sama. Eftir fyrstu tveir tímarnir høvdu næstan 13% av teimum við valrætti atkvøtt, og tað at talið er hægri nú enn seinasta val er ikki løgið, tí valið hesafer er leygardag í mun til ein gerandisdag, 1. september í 2015. Hetta fer helst at javna seg út, so vallutøkan í prosentum aftur verður beint undir 90%, sambært valformanninum.
451 fólk - 19 fleiri enn í 2015 - hava greitt brævatkvøðu í Klaksvík.
Karl Johansen sigur, at tað verður væntandi liðugt at telja upp millum klokkan 22 og 22.30.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald