Mentan

Danny and the Veetos á Mentanarnáttini á Tvøroyri

Eisini fer bólkurin at kunngera eitt nýtt lag 30. mai, tá Mentanarnáttin verður

Danny & the Veetos (Savnsmynd)

Danny & the Veetos (Savnsmynd)

2025-05-09 13:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bólkurin Danny & the Veetos fer at framføra á Mentanarnáttini á Tvøroyri, sum verður 30. mai.

Tað boðar Tvøroyrar kommuna frá í tíðindaskrivi.

– Nærum beinanvegin Danny & the Veetos trinu á føroyska tónleikapallin í 2013, gjørdist teir fólkaogn. Við sínum væl ljóðandi, lívsglaða tónleiki, og frálíku røddini hjá sangaranum Danny Baldursson, bergtók bólkurin áhoyrararnar, óansæð um teir vóru at hoyra í útvarpinum, ella um teir spældu live.

– Løg sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og ”stúr ei meir”, duga næstan øll uttanat og vit gleða okkum at hoyra teir á stóra pallinum í miðbýnum á Tvøroyri, skrivar kommunan.

Danny & the Veetos fer eisini at kunngera eitt nýtt lag í útvarpinum fríggjamorgunin 30. mai, og hetta verður eisini at hoyra á mentanarnáttini.

Skráin fyri mentanarnáttina verður kunngjørd seinni, og verður hon eisini borin í øll húsarhald í Suðuroynni, skrivar Tvøroyrar kommuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder