Innanlands

Heiðurstekin til starvsfólk hjá løgregluni

Árligu nýggjársparolurnar hjá løgregluni vórðu hildnar í farnu viku - fimm heiðurstekin vórðu handað fyri drúgva tænastu

Hans Ludvig Djurhuus fekk gull eikibløð til heiðursteknið fyri 50 ára tænastu í løgregluni. Til høgru Michael Boolsen, fúti (Mynd: Føroya Politi)

Hans Ludvig Djurhuus fekk gull eikibløð til heiðursteknið fyri 50 ára tænastu í løgregluni. Til høgru Michael Boolsen, fúti (Mynd: Føroya Politi)

2026-01-19 18:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í farnu viku varð skipað fyri árligu nýggjársparolunum hjá Føroya Politi á politistøðunum í Havn, í Klaksvík og á Tvøroyri.

Til parolurnar bar Michael Boolsen, fúti, fram eina aftur- og framlítandi nýggjársrøðu, og umrøddi eisini rák, sum eyðkenna kriminalitetsmyndina í Føroyum í dag.

At enda vórðu heiðurstekin handað fyri góða og drúgva tænastu hjá Føroya Politi. Nýggjársparola varð hildin í Havn 13. januar, í Klaksvík 15. januar, og á Tvøroyri 16. januar.

Hesi fingu heiðurstekin: 

  • Hans Ludvig Djurhuus - 50 ára tænasta – gull eikibløð til heiðursteknið
  • Mariann Reinert - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Hans Flóvin Hammer - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Ulrik Kjærgaard Ravn Andersen - 25 ára tænasta – heiðurstekin
  • Marita Arnleyg Poulsen - 25 ára tænasta - heiðurstekin 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder