Innanlands

Danmark og Føroyar hava tikið við formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum

Danmark og Føroyar fara at brúka formansskapin til at seta sjóneykuna á at styrkja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið og at menna felags norðurlendsku átøkini í móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping

(Mynd. ahr.fo)

(Mynd. ahr.fo)

2026-01-19 16:35 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

1. januar 2026 tóku Danmark og Føroyar við formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum. Á arbeiðsmarknaðarøkinum verður burðardygt arbeiðslív í miðdeplinum.

Danmark og Føroyar fara at brúka formansskapin til at seta sjóneykuna á at styrkja tað norðurlendska arbeiðsmarknaðarmodellið og at menna felags norðurlendsku átøkini í móti arbeiðslívskriminaliteti og sosialari dumping.

Skipaði viðurskifti og rættvís kapping skulu verða grundarlagið á norðurlendska arbeiðsmarknaðinum. Tað snýr seg um at tryggja rættvíst og frælst flytføri á norðurlendsku arbeiðsmarknaðunum gjøgnum skipaði lønar- og setanarviðurskifti, eisini fyri útlendska og útstationeraða arbeiðsmegi, skrivar Almanna- og heilsumálaráðið í tíðindaskrivið.

Danski ráðharrin í arbeiðsmarknaðarmálum, Kaare Dybvad Bek og landsstýriskvinnan í almanna- og heilsumálum, Margit Stórá verða í ár vertir fyri árliga fundinum millum norðurlendsku arbeiðsmarknaðarráðharrarnar.

Fundurin verður hildin 24.–25. november 2026 í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder