Uttanlands

Finski forsetin bjóðaður í friðarráðið fyri Gasa

Fleiri av heimsins leiðarum hava fingið innbjóðing frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at vera við í serliga ráðnum, sum skal hava eftirlitið við støðuni í Gasa

Frá vitjanini hjá finska forsetanum í Washington í oktober (Savnsmynd: EPA)

Frá vitjanini hjá finska forsetanum í Washington í oktober (Savnsmynd: EPA)

2026-01-19 20:30 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Finski forsetin, Alexander Stubb, hevur fingið innbjóðing frá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at vera við í sokallaða friðarráðnum fyri Gasa. Tað váttar forsetaskrivstovan í Helsingfors fyri finskum miðlum.

Donald Trump boðaði hósdagin frá, at hann stovnar eitt friðarráð, hvørs uppgáva verður at hava eftirlit við fyribils umsitingini í Gasa eftir at kríggið endaði. Vápnahvíld hevur verið galdandi har síðan oktober.

Sambært talsmanninum hjá Kreml-stjórnini í Moskva, Dmitrij Peskov, stendur russiska forsetanum, Vladimir Putin, eisini í boði at gerast limir í ráðnum, skriva tíðindastovurnar AFP og Reuters.

Peskov sigur við tíðindafólk í Moskva, at Russland nú roynir at fáa greiðu á, hvat liggur í hesi innbjóðing.

Hvítu húsini kunngjørdu leygardagin ein lista yvir limirnar í ráðnum, undir leiðslu av Trump. Millum limirnar eru amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, serligi amerikanski samráðingarmaðurin, Steve Witkoff, versonur Trump, Jared Kushner og fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Tony Blair.

Fleiri heimsleiðarar hava váttað, at teir eru bjóðaðir við, eitt nú argentinski forsetin, Javier Milei, egyptiski forsetin Abd al-Fattah al-Sisi, polski forsetin, Karol Nawricki, kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney og belarussiski forsetin, Aleksandr Lukasjenko. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder