Eitt størri tal av donskum herfólkum koma væntandi til Kangerlussuaq í Grønlandi í kvøld, upplýsir danski herurin fyri TV2.
Hesi herfólki koma afturat teimum, sum longu eru komin til Grønlands. Sambært Arktisk Kommando eru umleið 100 donsk herfólk komin til Nuuk og eins nógv til Kangarlussuaq.
Donsku herfólkini skulu luttaka í venjingini "Arctic Endurance", sum er ein stór hernaðarvenjing, har herfólk úr øðrum Nato-londum eisini luttaka.
Venjingin er framskundað og víðkað orsakað av seinastu útsagnunum hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, sum framvegis ynskir at yvirtaka Grønland.
Um vikuskiftið boðaði Trump frá, at hann frá 1. februar fór at leggja ein revsitoll á tíggju prosent á vørur úr Danmark og sjey øðrum londum orsakað av støðuni í Grønlandi.
Talan er um somu lond, sum hava sent herfólk at luttaka í venjingini í Grønlandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald