Innanlands

Val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn verður 25. mars

Fýra limir skulu veljast í Próstadømisráðið, og ein limur skal veljast í Føroya Stiftsstjórn

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Havnar kirkja (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-01-19 19:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

25. mars verður val til Próstadømisráðið og Føroya Stiftsstjórn.

Ásett er í lóg, at próstadømisráðsval skal vera hóskandi tíð eftir, at kirkjuráðini hava tikið við aftan á regluligt kirkjuráðsval. Valið er samstundis sum val av limi í stiftsstjórnina, skrivar Fólkakirkjan.

Valskeiðið, sum er fýra ár, byrjar 1. apríl árið eftir, at regluligt kirkjuráðsval hevur verið.

Valið fer fram á einum kirkjuráðsfundi, og atkvøðugreiðslan kann fara fram á fundi í kirkjuráðnum í tíðarskeiðinum frá 4. mars til 25. mars 2026. Kirkjuráðslimirnir og sóknarprestarnir hava valrætt.

Atkvøðuseðlarnir skulu vera valstýrinum í hendi í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 klokkan 13.

Fýra limir skulu veljast í Próstadømisráðið. Tann fimti limurin í ráðnum er dómprósturin, ið er føddur limur.

Stiftsstjórnin hevur tríggjar limir. Biskupur er føddur limur og formaður, Uttanríkis- og mentamálaráðið tilnevnir ein lim, og hin triði limurin verður valdur fólkaræðisliga.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder