Mentan

Føroyskir tónleikarar gjørdu um seg í Brighton

The Great Escape var ein succes, sigur leiðarin fyri FMX, Faroese Music Export. Sí myndirnar við Joe & the Shitboys, Brimheim, Kóboykex og Marius Ziska

(Jamie MacMillan)

(Jamie MacMillan)

2022-05-17 12:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroysku orkestrini, sum farna vikuskiftið vóru í Brighton í Onglandi og luttóku festivalinum The Great Escape, kláraðu seg væl.

Talan var um eitt væleydnað tiltak, staðfestir Glenn Larsen, leiðari fyri Faroese Music Export, sum, saman við G! Festivalinum, skipaði fyri ferðini til hetta umfatandi tónleikatiltak, sum savnar tónleika-fyriskiparar úr øllum heiminum.

Tey fýra føroysku nøvnini vóru Brimheim, Joe & the Shitboys, Kóboykex og Marius Ziska.

Konsertin hjá Joe & the Shitboys fekk enntá umrøðu í stóra tónleikamiðlinum NME Magazine, sum metir konsertina at vera millum tær bestu á festivalinum. Framførslan verður umrødd sum “a total roacblock”, tí hon savnaði so nógv fólk.

Føroysku tónleikanøvnini gjøgnumførdu sínar framførslur sum ætlað, og øll gjørdu ein “svært god figur”, sigur Glenn Larsen, ið lýsir túrin sum eina stóra success..

- Á okkara egna ‘showcase’ var hølið fult og tað stóðu fólk í bíðirøð fyri at sleppa inn, eins og NME umrøður.

Bassspælarin Mikael Blak, ein av limunum hjá Marius Ziska lýsir tað soleiðis.

- Føroyska umboðanin á TGE eydnaðist sera væl.  Tað at “showcase’in” hjá FMX og G! Festivalinum var allarfyrst á skránni, og at har vóru so nógv og týdningarmikil fólk, skapti eitt “buzz” um føroysku bólkarnar. Allastaðni vit vóru, komu fólk at rósa framførslunum, og vit komu í samband við nógv fólk innan tónleikavinnuna.

- Fleiri av hesum komu á seinnu konsertina vit spældu. Tá FMX presenterar føroyska tónleikapallin so sterkt, skapar tað eina umtalu, og hettar má fylgjast upp við fleiri líknandi tiltøkum/festivalum, so tað endar við at (FO) merkið aftanfyri ein artist uttanlands er eitt kvalitetsstempul, sigur Mikael Blak.

Myndirnar frá The Great Escape hevur Jamie MacMillan tikið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder