Innanlands

- Alivinnan hevur betur uppiborið

Tað ber ikki til at størsta vinna í landinum skal liva í óvissu um, hvussu virksemið verður skattað, halda fólkini aftan fyri sjáldsomu politisku semjuni í dag

Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini (Mynd: Sverri Egholm)

Erhard Joensen, formaður í Vinnunevndini (Mynd: Sverri Egholm)

2024-03-26 16:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Alivinnan er ein tann mest týðandi vinnan, sum vit hava í Føroyum. Tí ber tað ikki til, at hon skal liva við eini skattaskipan, sum verður broytt í mun til hvussu tørvurin er hjá landskassanum til fígging av sínum útreiðslan. Alivinnan má fáa tryggar karmar at virka undir, og tí fóru vit við í arbeiðið at finna fram til hesa semjuna.

Soleiðis sigur Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum, sum eisini er formaður í løgtingsins vinnunevnd, har tað eru andstøðuflokkarnir, sum sita við meirilutanum.

Men í dag hildu Erhard Joensen, og partakvinnan í nevndini Eyðdis Hartmann Niclasen seg til samgongulimirnar, tá semja skuldi gerast um, hvussu framíhjárættindini, sum alivinnan fær, verður skattað.

Í mun til núverandi skipan, verður gjørt uppskot til eina meira einfaldari skipan, sum ger tað nógv lættari hjá vinnuni at skipa sítt arbeiði, eitt nú tá gerast skulu langtíðaravtalur við møguligar keyparar av liðugtvørum.

Talan er um eitt tøkugjald, sum ongantíð fer upp um 7,5 prosent, og harafturat eitt serskattur av teimum inntøkum, sum stava beinleiðis frá framíhjárættindunum, t.v.s. frá tí at roknini koma í eyga, til laksurin verður tikin. Tað almenna ætlar sær sostatt ikki longur at skatta meirvirðið, sum kemur burtur úr tilvirkanini eftir at alilaksurin er tikin upp á land.

Byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið?

- Alivinnan er so mikið týðandi, at vit ikki kunnu tilláta okkum at broyta skattaviðurskiftini í tíð og ótíð, alt eftir um tað er henda ella hin samgongan, sum situr við valdið, segði Erhard Joensen.

Harvið hevur hann og Sambandsflokkurin bundið seg til hesa skipan, og tað verður sostatt ikki broytt, um tað skuldi hent enn eitt valdsskiftið við borgarligum stýri eftir komandi løgtingsval.

Sjálvur helt Erhard Joensen, at samjan, sum í dag varð undirskrivað, kann vera startskotið til ein annan hátt at føra politikk í Føroyum, nevnilig við at gera breiðar semjur á stórmálum, sum liggja fyri framman, eitt nú tá finnast skal ein loysn á búskaparligu haldførisavbjóðingunum.

Eisini samgongulimirnir í vinnunevndini fegnaðust um semjuna, sum nú er komin í lag.

- Tað ber ikki til, at skipanir skulu rullast aftur hvørja ferð vit fáa nýggjar flokkar í landsstýrið. Slíkt kunnu vit ikki bjóða høvuðsvinnuni, segði Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, sum vónar at hetta kann gerast byrjanin til ta fyrstu av nógvum semjum, sum eru neyðugar.

Karlot Hergeirsson úr Framsókn takkaðu sínum politisku feløgum í vinnunevndini. Hann vísti á, at tað er ein góð samanseting av fólkum, sum hevur dugað at seta sín egna tørv til viks til frama fyri eini semju, sum hevur gjørt tað møguligt, segði hann og nevndi eisini, at hetta kann vera byrjanin til eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki.

Upp á fyrispurningin um hvar hinir flokkarnir í løgtinginum eru, svaraði Høgni Hoydal, at tað gjørdist rættiliga tíðliga greitt, at tað veruliga var ein vilji til semju við Sambandsflokkin, og tí fóru realitetssamráðingar í gongd nokk so tíðliga í heyst.

- Tá vit viðgjørdi uppskotið hjá Sambandsflokkinum í fjør, gjørdist tað rættiliga skjótt greitt, at Fólkaflokkurin ikki var sinnaður at fara hendavegin, sum vit nú eru farin. Hinvegin havi eg eitt sindur ringa samvitsku av, at Miðflokkurin ikki varð boðin við til samráðingarnar aftur, tí teirra tinglimir vístu áhuga fyri arbeiðinum. Men tá var arbeiðið longu komið í gongd, tað gekk væl, og tí komu aðrir flokkar ikki uppí, segði Høgni Hoydal.

Málið hjá semjuflokkunum er at leggja lógaruppskotið fram longu áðrenn ólavsøku, tó skal vinnan fáa stundir at seta seg í málið og koma við hoyringssvarum. Sjálv skattalógin, sum ásetur gjaldið verður løgd fram í heyst, so at skipanin kann fáa gildi frá nýggjárinum at rokna.

(Myndir: Sverri Egholm)

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder