Innanlands

Elbilar skulu taka ruskið

Býráðið samtykti í kvøld eitt tilboð uppá góðar 13,6 millióniur krónur við el-ruskbilum. Tað verður galdandi frá 1. oktober 2026

2025-09-18 21:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tórshavnar býráð hevur samtykt at taka av tilboði frá sp/f Landleiðin um ruskinnsavnan.

Talan er um eitt tilboð uppá góðar 13,6 mió. krónur fyri ruskinnsavnan við el-ruskbilum. Nýggi sáttmálin skal byrja 1. oktober 2026 og er galdandi fyri 12 ár.

Tríggir arbeiðstakarar góvu tilsamans fimm tilboð um ruskinnsavningina – trý tilboð við el-ruskbilum og tvey tilboð við diesel-ruskbilum. Tilboðið hjá sp/f Landleiðini var tað lægsta við el-ruskbilum.

Verandi sáttmáli, sum Tórshavnar kommuna hevur við IR-Lastbilar um ruskinnsavning í Tórshavnar kommunu, gongur út 30. september 2026.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder