Innanlands

Fosturtøkumálið elvir til sundurlyndi í Sambandsflokkinum

Summir limir ætla sær úr flokkinum, um Eyðdis Hartmann Niclasen er við at leggja málið fram fyri løgtingið aftur

Eyðis Hartmann Niclasen, her í millum Onnu Falkenberg og Jóhan Dahl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Eyðis Hartmann Niclasen, her í millum Onnu Falkenberg og Jóhan Dahl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-17 07:14 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir ætlan kemur uppskot um fría fosturtøku til viðgerar í løgtinginum aftur í næstu viku.

Sí eisini: Fosturtøkumálið kemur aftur á breddan í næstu viku

Sambært Frihedsbrevet vera tað eitt tingfólk úr øllum samgonguflokkunum, Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn, sum leggja málið framaftur - og so fer Eyðdis Hartmann Niclasen úr Sambandsflokkinum eisini at standa á sum uppskotsstillari.

Hon hoyrir til tann vongin í andstøðuflokkinum, sum er fyri fríari fosturtøku. Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl atkvøddu fyri málinum, tá tað var fyri í fjør.

Flokkurin kann missa limir vegna fosturtøkumálið

Hendan ætlanin, sum nú er løgd, er tó fallin summum í Sambandsflokkinum og baklendi tess fyri bróstið.

Portalurin hevur fingið upplýst frá fleiri keldum, at heitt orðaskifti hevur tikið seg innanhýsis, sum serliga koyrir á sosialu miðlunum.

Har, og í samskifti aðrastaðni, hava fleiri sambandsfólk gjørt greitt, at kemur fosturtøkumálið fyri aftur við navnið floksins á, so eru tey farin.

Talan er sum skilst um í øllum førum fleiri fólk úti í lokafeløgunum. Tey eru ónøgd við, at flokkurin verður partur av hesum málinum, og at hetta kann kosta limir og veljarar.

Norðlýsið hevur eisini frætt um ónøgd og innanhýsis stríð í flokkinum vegna fosturtøkumálið.

Heldur óviss støða

Um málið kemur til atkvøðugreiðslu aftur, so vera í øllum førum tvey av teimum sjey hjá Sambandsflokkinum fyri: Eyðdis Hartmann Niclasen og Jóhan Dahl.

Tað er greitt, hvørja støðu hinir verandi løgtingslimirnir hava til sjálvt málið - teir eru ímóti. Soleiðis atkvøddu Bárður á Steig Nielsen, Erhard Joensen, Helgi Abrahamsen og Magnus Rasmussen í øllum førum í fjør.

Kaj Leo Holm Johannesen var ikki staðar í tinginum tá, og tað verður hann heldur ikki næstu tíðina. Hesum greiddi fyrrverandi løgmaður in.fo frá fríggjadagin. Um Jaspur Langgaard verður inni ístaðin fyri Kaj Leo Johannesen.

Tað er tó ógreitt, hvussu tað verður borið at innanhýsis í Sambandsflokkinum, um Eyðdis Hartmann Niclasen fer at standa sum ein av uppskotsstillarunum.

Sambært kanning, sum Spyr hevur gjørt fyri Portalin, eru veljarar hjá samgonguflokkunum fyri, at málið um fosturtøkulógina skal leggjast fram aftur. Hinvegin eru tveir triðingar av spurdu andstøðuveljarunum ímóti hesum.

Meira um málið seinni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder