
Fullmannað panel í sendingini Stjórnin - politikkur á skák á FM1 mikudagin, tá kjakast var um norðurlandaráðið, suðuroyarsiglingina og komandi fíggjarlógina.
Tá prátað varð um avloysaraskip fyri Smyril tosaði Tórbjørn Jacobsen um vantandi avgerðir.
- Her mangla fólk, sum tora at taka avgerðir í hesum landinum. Tað er størsta mangulvøra, vit hava, segði hann.
- Vit síggja meira av tí, at tað eru reinar nikkidukkur, sum bíva valdar at vera landsstýrisfólk, og sjálvfylgiligt fara nikkidukkurnar beint í tapetið hjá embætisvaldinum.
- Tað er embætisverkið, sum stýrir øllum í hesum landinum, vildi Tórbjørn Jacobsen vera við.
Stjórnin - politikkur á skák verður sent beinleiðis á FM1 mikudagar aftaná tíðindini klokkan 17. Fastir í panelinum eru Jóannes Eidesgaard, Tórbjørn Jacobsen og Heðin Zachariasen. Vertur er Árni Gregersen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald