Uttanlands

Vælumtóktur sjónvarpsvertur tikin av skrá

Jimmy Kimmel fór ov langt í sínum kritikki av forsetanum í sendingini mánadagin

Jimmy Kimmel

Jimmy Kimmel

2025-09-18 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Amerikanska sjónvarpsstøðin, ABC, avlýsir nú sendingarnar “Jimmy Kimmel Live!” í óavmarkaða tíð.

Hetta hendi eftir eina útsøgn hjá vælumtókta sjónvarpsvertinum í sendingini mánadagin, sum snúði seg um drápið á konservativa aktivistin Charlie Kirk,

Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at miðlafelagið Nexstar Media Group stutt eftir upplýsti, at sendingarnar hjá Kimmel ikki verða at síggja á teimum 32 ABC-støðunum.

- Viðmerkingarnar hjá Kimmel um deyða Kirks vóru ágangandi og kensluleysar í eini sárbærari tíð fyri politiska kjakinum í okkara landi, segði Andrew Alford, ið er stjóri fyri sjónvarpsstøðunum hjá Nexstar, sambært Reuters.

Óvist er, júst hvørji orð tað vóru, sum fingu bikarið at flóta yvir, men í einarøðuni hjá Kimmel mánadagin viðmerkti hann stríðið um narrativið – frásøgnina – viðvíkjandi tí skuldsetta í Charlie Kirk-málinum og hansara politisku sannføring, sum gongur fyri seg í løtuni.

- Vit raktu nøkur lágpunkt um vikuskiftið, har MAGA-bandin royndi at lýsa unga mannin, sum drap Charlie Kirk, sum alt annað enn ein av teirra – og brúktu alt tey kundu fyri at skora politisk stig upp á tað, segði Kimmel millum annað.

Eftir hetta gjørdi verturin gjøldur við forsetanum og vísti eitt klipp av Donald Trump, ið varð spurdur um hvussu hann hevði tað eftir at hava mist vin sín, Charie Kirk.

Trump svaraði, at hann hevur tað gott, og fór síðan beint yvir at tosa um lastbilarnar, sum vóru komnir til at gera veitsluhølið í Hvítu húsunum liðugt – sambært vertinum var forsetin als ikki merktur av missinum av Charlie Kirk.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fegnast um, at “Jimmy Kimmel Live!” nú er tikið av skrá.

- Fantastisk tíðindi fyri Amerika. Jimmy Kimmel Show, ið ikki hevur serliga nógvar hyggjarar, er avlýst. Til lukku ABC fyri loksins at hava dirvi til at gera tað, ið mátti gerast. Kimmel er talentleysur, hyggjaratølini enn vánaligari enn tey hjá Colbert – um tað yvirhøvur er gjørligt, skrivaði forsetin á Truth Social í nátt.

Stephen Colbert var vertur á "The Late Show With Stephen Colbert" á CBS, men eftir at hann í juli hevði at móðurfelagnum hjá sjónvarpsstøðini, Paramount, fyri at hava gjørt semju við Donald Trump, var eisini hansara show tikið av skrá – og Colbert fekk sekkin.

Donald Trump hevur í óteljandi dagføringum á sosialu miðjunum gjørt vart við, at honum als ikki dámar Jimmy Kimmel og hansara skemt. Hann hevur fleiri ferðir sagt, at hann átti at fingið sekkin frá sjónvarpsstøðini, hann hevur arbeitt fyri við sínum “Jimmy Kimmel Live!” síðan 2003.

[object Object]
Stephen Colbert


 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder