27. august samtykti fólkatingið eitt endurgjald á 300.000 krónur til grønlendskar kvinnur, sum hava fingið snyril ísettan uttan neyðugt samtykki, og eftir endurgjaldsskipanin kom í gildi 1. september hava fyrstu kvinnurnar fingið endurgjald, skrivar Sermitsiaq.
Les eisini: Snyrilsmálið: Fólkatingið samtykt endurgjald til grønlendskar kvinnur
Danska Patienterstatningen upplýsti fríggjadagin, at tær fyrstu fýra kvinnurnar høvdu fingið endurgjald.
Endurgjaldsskipanin varð, sum áður nevnt, samtykt 27. august og kom í gildi 1. september, men kvinnur hava kunnað søkt um endurgjald síðan 1. juli, og tí hava fyrstu kvinnurnar longu fingið endurgjald.
Fríggjamorgunin høvdu tilsamans 353 kvinnur søkt um endurgjald.
Væntandi tekur tað tríggjar mánaðir at viðgerða eina umsókn um endurgjald.
Patienterstatningen fer í komandi viku at hava kunningarfundir um endurgjaldsskipanina í grønlendsku húsunum í Odense, Aalborg, Aarhus og Keypmannahavn, og í oktober fer Patienterstatningen á rundferð í Grønlandi at kunna um endurgjaldið.
Les eisini: Vilja hava altjóða dómstól at viðgera snyrilsmálið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald