Svarti prestakjólin við hvíta pípukraganum er prestabúnin, sum øll kenna. Tað er eyðsæð undir gudstænastu og í almenna rúminum, tá ið prestur er í tænastu, men hesin búni hevur ikki altíð havt tann týdningin, hann hevur í dag.
Fyri 500 árum síðani vóru messuklæðini (hvít messuskjúrta og litaður akul) gudstænastubúni og fram til trúbótartíðina bóru prestar eisini “stola” sum myndugleikatekin. Við tíðini gjørdist prestakjólin, sum upprunaliga var gerandisbúni hjá lærdum monnum, “liturgiskt klæði,” sum er annað orð fyri gudstænastuklæði, men tilgongdin verður sjáldan umrødd. Harvið er tilvitanin um klæðini og brúkið av teimum avmarkað og kanska gloymd.
Undir fyrilestrinum verður hugleitt um tilgongdina, sum gjørdi gerandisbúnan hjá presti til liturgiskt klæði og messuklæðini til ADIAFORA, sum merkir “ting, ið ikki hava týdning.” Harumframt verður hugleitt um súmbolikkin í prestakjólanum og messuklæðunum, og hvat kirkjunnar leiðreglur siga um brúk av hesum klæðum í dag.
Fyrilesturin varir umleið 30-45 minuttir og er ætlaður kirkjufólki og øllum áhugaðum – íroknað kirkjutænarar, prestar og fólki við áhuga fyri tilevning av messuklæðum.
Høvi verður eisini at seta spurningar. Ólavur Eysturdal, gudfrøðingur og virkandi sóknarprestur í Vága prestagjaldi, hugleiðir. Høvi verður at seta spurningar og kirkjuráði bjóðar drekkamunn.
Fólkakirkjan
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald