Ein jarðskjálvti mettur til 7,8 rakti í morgun, lokala tíð, filipinsku oynna, Mindanao. Tað upplýsir týski jarðfrøðikanningarstovnurin, GFZ, fyri Reuters tíðindastovuni.
Miðdepilin fyri skjálvtan var í tíggju kilometra dýbd.
Minst tríggir persónar hava latið lív, og fýra eru álvarsliga skadd, skrivar Reuters.
BBC skrivar frá almennum keldum á Filipsoyggjum, at fleiri bygningar eru skaddir í býnum General Santos.
Amerikanska trunamiávaringarskipanin hevur sent út ávaringar um møguligar flóðaldur orsaka av skjálvtanum.
Jarðskjálvtastovnurin á Filipsoyggjum roknar við aldum á yvir ein metur yvir tað vanliga, og heitir á fólk, ið eru stødd nærhendis strendurnar í sunnara parti av Filipsoyggjum um at leita sær upp í hæddurnar.
Marcos forseti á Filipsoyggjum hevur sent boð til allar myndugleikar um vera til reiðar at hjálpa, og hevur avlýst alla undirvísing fyribils í teimum raktu økjunum í Mindanao, skrivar Reuters.
Eisini Indonesia og Japan hava sent út ávaring um flóðaldur. Sanae Takaichi, forsætisráðkvinna í Japan, heitir á borgararnar um at fylgja ráðunum frá lokalu myndugleikunum og at leita upp í hæddirnar, um tey verða biðin um tað.
Upprunaliga metti GFZ jarðskjálvtan at hava eina styrki á 8,2, men hetta varð síðan rættað til 7,8.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald