Uttanlands

Norðurkorea fer ikki at droppa kjarnorkuætlan sína

Tað sigur Kim Yo-jong undan fundi millum Kim Jong-un og Xi Jinping mánadagin

Mánadagin hittast Kim Jong-un og Xi jinping í Norðurkorea (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

Mánadagin hittast Kim Jong-un og Xi jinping í Norðurkorea (Mynd: AFP/Ritzau Scanpix)

2026-06-07 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea fer ongantíð at droppa sína kjarnorkuætlan.

Tað sigur Kim Yo-jong, systir norðurkoreanska leiðaranum Kim Jong-un í fráboðan undan vitjanini hjá kinesiska forsetanum, Xi Jinping mánadagin.

– Okkara støða sum kjarnorkuveldi er avgjørt ikki til samráðingar, sigur hon sambært Ritzau og leggur afturat, at landið ikki fer at góðtaka nakrar hóttanir.

Norðurkorea hevur leingi hildið fast við rættin at menna kjarnorkuvápn og rakettir, og Kim Jong-un ætlar at framleiðslan av rakettum skal meira enn tvífaldast komandi fimm árini.

Mánadagin vitjar kinesiski forsetin, Xi Jinping í Norðurkorea fyri fyrstu ferð síðan 2019.

Les eisini: Xi til Norðurkorea í komandi viku

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder