Norsku krúnprinsahjúnini vóru seinnapartin í gjár á vitjan hjá Marius Borg Høiby í fongslinum í Oslo.
Tað skriva TV2 Norge og VG, sum eisini høvdu myndir av bilinum á veg inn og út úr fongslinum. Eisini hálvbróðir Marius Borg Høiby, Sverre Magnus prinsur, vitjaði.
Marius Borg Høiby er elsti sonur Mette-Marit krúnprinsessu, og hevur sitið í varðhaldsfongsli síðani byrjanina av februar mánaði.
Mette-Marit, prinsessa, er sjálv álvarsliga sjúk við lungnafibrosu, og fríggjadagin bórust tíðindini um, at hon nú er á bíðilista fyri at fáa nýggj lungu.
Marius Borg Høiby hevur biðið um at verða leyslatin úr fongslinum. Hesa umbøn skal rætturin í Oslo taka støðu til seinni í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald