Innanlands

Sosialráðgevarafelag Føroya fyllir 50 ár

Skipar fyri almennum fakdegi í Smæruni fríggjadagin, har fokus verður sett á søguna, fakliga stoltleikan og framtíðar avbjóðingar

Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í sosialráðgevarafelagnum

Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í sosialráðgevarafelagnum

2026-06-08 08:15 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tann 10. juni 2026 eru júst 50 ár liðin, síðani ein lítil bólkur av eldhugaðum sosialráðgevum savnaðust at stovna egið felag í Føroyum. Síðani stovnandi aðalfundin í 1976, har Marjun Sigurðsdóttir varð vald til forkvinnu, hevur felagið verið ein hornasteinur í menningini av føroyska vælferðarsamfelagnum. 

Í núverandi nevnd eru: Hallbjørg Lamhauge, forkvinna, Karin Reginsdóttir Joensen, kassameistari og Kristin Nolsøe Bech, skrivari. Eykalimir eru Tine Lyager og Hildur Vang.

Felagið er farið frá at vera ein lítil bólkur á seks limir til at vera ein sterk faklig rødd. Í dag eru yvir 70 limir í Sosialráðgevarafelag Føroya. Hesin hálvthundrað ára dagurin verður nýttur til bæði at líta aftur um bak, lýsa avbjóðingar, ið standa fyri framman og at fagna felagsskapinum.

Í hesum sambandi skipar felagið fyri einum spennandi almennum fakdegi, har fokus verður sett á søguna, fakliga stoltleikan og framtíðar avbjóðingar í einum samfelag í støðugari broyting.

Fakdagurin verður hildin í Smæruni fríggjadagin 12. juni 2026 frá kl. 13 til 16, har viðkomandi evnir innan almanna- og sosiala økið verða sett á skrá.

Dagurin byrjar við, at forkvinnan í Sosialráðgevarafelag Føroya, Hallbjørg Lamhauge sigur nøkur orð um søguna hjá felagnum.

Síðan verða fleiri áhugaverdir fyrilestrar.

Leif Olsen lýsir tað sosialpolitiska rákið gjøgnum tíðina

Gestur Hovgaard fer at tosa um avbjóðingar og møguleikar við IPS í mun til vælferð og arbeiðsmarknað.

Í kaffi steðginum verður tónleikaframførsla við Marius Ziska

Vilhelm Bergsson fer at umrøða tilflyting, integratión og leiklutin hjá sosialráðgevarum.

Sunrid Hansyardóttir Olsen fer at greiða frá barnaverkætlanini í Vágs Kommunu, har høvuðsboðskapurin er, at vit í felag finna tær bestu loysnirnar.

Øll eru vælkomin at keypa atgongumerkir til fakdagin á www.atgongumerki.fo

[object Object]Nevndin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder