Innanlands

Fýra tiltakslimir møttu á býráðsfundi

Fleiri av býráðslimunum eru enn í summarfrí, og tí vóru fýra tiltakslimir innkallaðir tá býráðið í Havn hevði eykabýráðsfund í gjár

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Ólavur Frederiksen / Tórshavnar kommuna)

2022-08-10 08:27 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Nógv eru enn í summarfrí og tað sást aftur á eykabýráðsfundinum nú seinnapartin, har fýra tiltakslimir vóru innkallaðir til fundar, harav tann eini tiltakslimurin ongantíð er møttur á býráðsfundi áður.

Fyri Gunvør Balle møtti Turið Horn, fyri Kristiannu Winther Poulsen møtti Helena Dam á Neystabø, fyri Birgir Nielsen møtti Bogi Andreasen, og fyri Annfinn Brekkstein møtti Jensia Højgaard Kjærbæk, sum møtti á býráðsfundi á fyrsta sinni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder