Mentan

Funnu onga sannførandi bók at skjóta upp

Tí tók nevndin avgerð um ikki at skjóta nakran upp í ár til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins

Bergur Djurhuus Hansen (Savnsmynd)

Bergur Djurhuus Hansen (Savnsmynd)

2019-02-21 13:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

”Millum útgávurnar av skaldskapi til vaksin hava fleiri verið áhugaverdar seinnu árini, men merkisvert fáar útgávur vóru í fjør, og hóast til ber at leita eitt sindur aftur í tíð eftir einum verki, hevur tað ikki eydnast nevndini at finna nóg sannførandi grundgevingar fyri einum uppskoti í ár.”

Soleiðis skrivar Bergur Djurhuus Hansen, bókmentafrøðingur, í eini almennari fráboðan frá nú tað er komið fram, at ongin føroysk bók er í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í ár.

Ein trý-manna nevnd stendur fyri at koma við føroyska uppskotinum. Í nevndini sita Bergur Djurhuus Hansen, Marianna Hoydal og Kinna Poulsen.

Les eisini: Ongin bók tilnevnd til heiðursløn

Tað er ikki óvanligt, at Føroyar onki uppskot hava. Síðan Føroyar vunnu hesa virðisløn seinast – tað var Rói Patursson í 1986 – er tað komið fyri fimm ferðir, seinast í 2006.

Tað er annars eitt fáment lið av føroyskum rithøvundum, sum hesi seinastu 32 árini síðan Rói Patursson vann fyri Líkasum, eru tilnevndir. Serliga tríggir rithøvundar eru tilnevndir fleiri ferðir, uttan at verða komnir upp á tal. Teir eru Jóannes Nielsen og Tóroddur Poulsen, sum hava fingið seks tilnevningar hvør og Carl Johan Jensen, sum er tilnevndur fimm ferðir.

Hesi hava verið í uppskoti síðan 1986:

1986: Rói Patursson – Líkasum
1987: Jens Pauli Heinesen – Leikur tín er sum hin ljósi dagur
1988: Jóanes Nielsen – Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin
1989: Gunnar Hoydal – Hús úr ljósi
1990: ongin tilnevning
1991: Carl Johan Jensen – Hvørkikyn
1992: ongin tilnevning
1993: Gunnar Hoydal – Undir suðurstjørnum
1994: Jóanes Nielsen – Kirkjurnar á havsins botni
1995: Jens Pauli Heinesen – Bláfellið
1996: Tóroddur Poulsen – Reglur
1997: ongin tilneving
1998: Carl Jóhan Jensen – Tímar og rek
1999: Jóanes Nielsen – Pentur
2000: ongin tilnevning
2001: Oddvør Johansen – Í morgin er aftur ein dagur
2002: Tóroddur Poulsen – Blóðroyndir
2003: Hanus Kamban – Pílagrímar
2004: Jóanes Nielsen – Brúgvar av svongum orðum
2005: Tóroddur Poulsen – Eygnamørk
2006: ongin tilnevning
2007: Carl Johan Jensen – Ó
2008: Carl Johan Jensen – September í bjørkum, sum kanska eru bláar
2009: Tóroddur Poulsen – Rot
2010: Gunnar Hoydal – Í havsins hjarta
2011: Tóroddur Poulsen – Útsýni
2012: Hanus Kamban – Gullgentan
2013: Jóannes Nielsen – Brahmadellarnir
2014: Tóroddur Poulsen – Fjalir
2015: Sólrún Michelsen – Hinumegin er mars
2016: Carl Jóhan Jensen – Eg síggi teg betur í myrkri
2017: Sissal Kampmann – Sunnudagsland
2018: Jóanes Nielsen – Gudahøvd
2019: ongin tilnevning 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder