Uttanlands

Franskir hermenn hava dripið al-Qaeda leiðara í Norðurafrika

Abdelmalek Droukdel varð dripin í Mali hósdagin, sigur franski verjumálaráðharrin, Florence Parly

Mynd: AFP

Mynd: AFP

2020-06-06 11:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Franskir hermenn hava dripið leiðaran av al-Qaeda netverkinum í Norðurafrika.

Sambært franska verjumálaráðharranum, Florence Parly, varð leiðarin, Abdelmalek Droukdel, dripin í Mali hósdagin nærindis markið til Algeria, og nógvir av viðhaldsmonnum hansara vórðu eisini neutraliseraðir.

Droukdel var hægstráðandi hjá fleiri jihadist-bólkum, sum høvdu tilknýti til al-Qaeda. Sjálvur var hann serfrøðingur innan speingievni, og hevur hann framleitt bumbur, sum hava kravt fleiri hundrað mannalív.

Frakland hevur eisini tikið ein IS-leiðara til fanga í økinum.

Ein kelda sigur við tíðindastovuna AFP, at franskir hermenn hava dripið fleiri enn 500 jihadistar seinastu mánaðirnir.

placeholder
placeholder