Uttanlands

Frank Jensen gevst í politikki

Frank Jensen leggur frá sær sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn og næstformaður hjá Socialdemokratiet – Orsøkin er skuldsetingar um kynsligan ágang

Frank Jensen (Mynd: Scanpix)

Frank Jensen (Mynd: Scanpix)

2020-10-19 12:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Frank Jensen leggur frá sær sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn og sum næstformaður hjá Socialdemokratiet. Tað upplýsti hann á tíðindafundi fyrrapartin.

Hesi boðini koma í kjalarvørrinum á skuldsetingum um kynsligan ágang frá fleiri kvinnum.

Í gjár segði hann annars, at hann hevði fullan stuðul frá sínum baklandi, og at hann ikki hevði nakrar ætlanir um at gevast. Heldur vildi hann verða verandi fyri at broyta mentanina, segði hann.

– Um vit bert loyva teimum, sum ikki hava gjørt mistøk, at koma uppí part, fáa vit eitt samfelag uttan fyrigeving, segði hann sambært DR.

Hóast hann fekk stuðul frá sosialdemokratiska baklandinum í Keypmannahavn, kravdu aðrir flokkar at ein kanning skuldi setast í verk, og at Frank Jensen skuldi fara í farloyvi, meðan málið varð kannað.

Síðan tá hevur pípan tó fingið annað ljóð, og Frank Jensen boðar nú frá, at hann gevst í politikki.

59 ára gamli Frank Jensen hevur verið fólkatingslimur í 19 ár og ráðharri í sjey ár. Í 2006 gavst hann sum fólkatingslimur, og fýra ár seinni tók hann við sum yvirborgarstjóri í Keypmannahavn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder