Mentan

Føroyskt rapp í donskum reality

Karl Weihe hevur saman við vinmanninum Hugo Colette útgivið fyrsta staklagið undir navninum Testosterone Boys

2023-01-27 16:05 Author image
Sverri Egholm
placeholder

23 ára gamli sandavágsingurin Karl Weihe ger nú aftur um seg. Hann luttekur í Ex on the Beach, sum seinastu vikurnar hevur verið víst á Discovery+, og í síðstu viku varð hann kosin lekkrasti maðurin í donskum reality.

Les eisini: Gongur striltið hjá Karli

Nú hevur hann útgivið eitt lag saman við vinamnninum Hugo Collette, sum hann hitti í Ex on the Beach.

Heitið á lagnum hjá Karl Weihe og Hugo Collette undir navninum “Testosterone Boys” er nettupp “Ex on the Beach”.

Í lagnum er eitt føroysk rapp, har Karl syngur:

“Genta tú ert deilig, tú ert farlig. Kom her til mín” og “Tú ert so fín, baby, eg vil vera tín”.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder