Innanlands

Føroyingar velja ikki kvinnur

Kvinnurnar fingu samanlagt nógv færri atkvøður enn mennirnir á fólkatingsvalinum í gjár

(Mynd: Jens Kr. Vang)

(Mynd: Jens Kr. Vang)

2019-06-06 14:28 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

Í gjár var fólkatingsval og greitt er, at Edmund Joensen og Sjúrður Skaale eru fólkatingsumboð fyri Føroyar næstu fólkatingssetuna. 

Men um hugt verður eftir tølunum frá valinum, sæst at kvinnurnar savnað taptu valið. Tað vóru nevnliga næstan fýra ferðir so nógvar atkvøður fyri monnum sum fyri kvinnum. 4954 atkvøddu fyri kvinnum, meðan 18769 atkvøddu fyri monnum. 

Um hugt verður eftir einstøku listunum, er søgan tann sama. Ongin kvinna fekk 500 atkvøður. Elsbeth Mercedis Gunnleygsdóttur flest atkvøður av kvinnnunum. Hon fekk 443 atkvøður, men endaði á einum sjeynda plássi hjá fólkaflokkinum. Næst henni var Barbara Gardlykke Apol, sum fekk 394 atkvøður á Javnaðarlistanum. 

Havast skal sjálvandi í huga, at tað vóru fleiri menn, ið stillaðu upp til fólkatingsvalið. Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu ávíkavíst fimm og tríggjar kvinnur á listanum. Sambandsflokkurin hevði 15 fólk á listanum og Fólkaflokkurin hevði 13 á sínum lista.

Átta kvinnur stillaðu upp fyri Tjóðveldi, meðan sjeyð kvinnur vóru á listanum hjá Javnaðarflokkinum. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi høvdu ávíkavíst 13 og 15 fólk á listanum. 

Tríggjar kvinnur stillaðu upp fyri Framsókn, sum hevði seks fólk á listanum. Ongin kvinna stillaði upp fyri Sjálvstýri, ið einans hevði formannin uppstillaðan á valinum. 

Tað er bert hent eina ferð, at ein kvinna hevur vunnið fólkatingssessin. Tað var í 2001, tá Lisbeth L. Petersen varð vald fyri Sambandsflokkin. 

 

Samlað fólk á vali: 26.206 
Atkvøður til menn: 18.769 
Atkvøður til kvinnur: 4.954  
Listaatkvøður, blankar og ógylduðar atkvøður: 2.483 

Uppstillaði: 63 

Kvinnur uppstillaðar: 26 

Menn uppstillaðir: 37 

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder