Innanlands

Fleiri sløg av makrelsalat kallaði aftur

Váði er fyri at luftnøring í vøruni

2019-06-11 11:59 Author image
Ari av Rana
placeholder

Graasten Salater afturkallar ymisk sløg av makrelsalat. Tað er váði fyri at luftnøring í vøruni. 

Talan er um hesar vørurnar:

Makrelsalat Rema

Nettoinnihald: 300 gram
Best fyri: 08.07.2019, 10.07.2019, 16.07.2019, 17.07.2019


Graasten Makrelsalat
Nettoinnihald: 300 gram
Best fyri: 25.06.2019, 27.06.2019, 09.07.2019, 12.07.2019.


Graasten Makrelsalat
Nettoinnihald: 175 gram
Best fyri: 28.06.2019, 06.07.2019.


Makrelsalat Mayo
Nettoinnihald: 200 gram
Best fyri: 06.07.2019.

Vøran er seld í føroyskum handlum. Orsøkin til at vøran verður kallað aftur er ótilætla luftnøring í vøruni. Ótilætla luftnøring ger vøruna óegnaða til matna.

Heilsufrøðiliga starvsstovan mælir borgarum sum hava hesa vøru til, at lata vøruna inn aftur haðani hon er keypt ella at beina vøruna burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder