Innanlands

Fjarhitaarbeiðið á Landavegnum væntandi liðugt týsmorgun

Tórshavnar kommuna boðar frá, at arbeiðið væntandi er liðugt 29. juni kl. 8, og tí er eingin gjøgnumkoyring við vegamótið Fríðriks Petersens gøtu og Landavegin í hesum tíðarskeiðnum

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-25 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fjarhitafelagið arbeiðir framvegis við vegamótið Fríðriks Petersens gøtu og Landavegin fram til týsmorgunin 29. juni klokkan átta, skrivar Tórshavnar kommuna.

Arbeiðið hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring fyri ferðslu er á hesum vegastrekkinum fram til týsmorgunin, og at ferðslan eftir Landavegnum, frá Doktara Jakobsens gøtu niðan til Fríðriks Petersens gøtu, verður einvegis, meðan arbeiðið fer fram.

Bussleið 2 koyrir ikki eftir J. C. Svabosgøtu og Fríðriks Petersens gøtu í hesum tíðarskeiðnum, men eftir Frælsinum og Jóanes Paturssonar gøtu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder