2019-06-29 21:38
            
        
         
                
            Klokkan tjúgu minuttir yvir átta í kvøld fekk løgreglan boð um, at eitt ferðsluóhapp hevði verið á Hoyvíksvegnum í Havn.
Talan er um ein bil, sum rendi á ein pela, sigur vaktleiðarin á politistøðini við Portalin.
Bilurin hevur fingið nakað av skaða, men sum skilst var eingin fólkaskaði, men tey bæði, sum vóru í bilinum vórðu koyrd á sjúkrahúsið til kanningar.
Løgreglan veit enn ikki hví, at óhappið hendi.
 
                
     
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald