Innanlands

Ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum

Ein bilur rendi í autoverjuna tíðliga í morgun, illgruni er um, at førarin var ávirkaður av rúsdrekka

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-12-31 11:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Klokkan hálvgum seks í morgun varð eitt ferðsluóhapp á Kaldbaksvegnum, har ein bilur rendi inn í autoverjuna.

Bilurin fekk eitt sindur av skaða, men førarin fekk ikki nakran álvarsaman skaða.

Hann bløddi eitt sindur í andlitinum og varð sendur á sjúkrahúsið til kanningar, men sum skilst varð hann skjótt útskrivaður aftur, sigur vaktleiðarin á politistøðini.

Í sambandi við ferðsluóhappið var eisini illgruni um, at førarin hevði verið ávirkaður av rúsdrekka, og tí varð blóðroynd eisini tikin av honum, og bíðað verður nú eftir úrslitinum.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan eisini boð um, at onkur hevði framt herverk á ein bil í Syðrugøtu.

Eingin er tó skuldsettur í málinum enn, sigur vaktleiðarin, sum ikki veit at siga, hvat slag av herverk talan var um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder