2020-01-28 19:33
Coronavirus hevur breitt seg til fleiri lond. Í Danmark er illgruni um, at ein maður er smittaður við sjúkuni.
Sjúkueyðkennini av coronavirusinum, sum fyrst varð staðfest í Kina er millum annað fepur, turrur hosti, og í summum førum trupul andadráttur og tekin upp á lungnabruna.
Danmarks Radio hevur á heimasíðuni gjørt eina vegleiðing um hvørji sjúkueykenni eru.
Tað ganga umleið fimm dagar frá at ein er smittaður fyrr enn eyðkennini vísa seg.
![]()
4500 kinesarar eru smittaðir av sjúkuni, og 100 fólk hava latið lív av coronavirusinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald